Góðan morgun Føroyar

Svimjiførleikin hjá føroyskum børnum versnaður
29-09-2020
Tølini í greinaðu kanningini eru als ikki nøktandi, sigur formaðurin í Svimjisambandinum

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum.

Endamálið var at kanna svimjiførleikarnar hjá næmingunum.

646 av 713 spurdum næmingum svaraðu. Tað eru heili 90.6%

Spurningarnir vóru nærum teir somu, sum í aðrari kanning, ið var gjørd í 2011. Hetta fyri at samanberingargrundarlagið skuldi vera so gott sum gjørligt.

Kanningarúrslitið var klárt longu á vári 2018, men Svimjisambandið hevur ikki havt orku til at greina alla kanningina fyrr enn nú.

Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi føroya, sigur, at tá tosað verður um svimjiførleikar, verður gingið eftir norðurlendsku allýsingini av svimjiførleika.

Tað merkir, at svimjarin megnar at svimja 200 metrar uttan steðg og uttan flótihjálp.

Kanningin kemur fram til, at 43 prosent siga seg klára at svimja 200 metrar, 35% vita ikki um tey klára tað og 21% halda seg ikki klára tað.

Tølini eru als ikki nóg góð, ásannar Rókur í Jákupsstovu. Eisini er tað ørkymlandi, at so nógv børn ikki vita, hvussu langt tey eru før at svimja.

Samanborið við kanning, ið var gjørd í 2011, kemur til sjóndar, at tað eru væl færri, sum siga seg klára at svimja 25 og 200 metrar í 2018 í mun til 2011.

Altso at svimjiførleikin hjá næmingum í føroyskum 5. flokkum er munandi versnaður.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024