Góðan morgun Føroyar

Leysur hundur leyp á Tim
25-11-2020
Mánakvøldið í farnu viku fekk Elspa Jóhanna Á Argjum ein hvøkk, tá hundur hennara bleiv álopin av einum leysgangandi hundi

- Hundaeigarar siga altíð, at hundurin ger einki, men nú havi eg upplivað, at ein hundur kann brádliga hava hug til at leypa á.

Soleiðis sigur Elspa Jóhanna Á Argjum, hvørs hundur, Tim, í farnu viku bleiv álopin av einum leysgangandi hundi.

- Mánakvøldið gekk eg túr við Tim og hevði hann sjálvandi í bandi, sum mann jú eigur at hava. Eg varnist ein annan hund og velji tí at fara yvir um vegin, soleiðis at vit ikki eru á somu gongubreyt. Knappliga er hesin hundurin hjá okkum og leypir á Tim. Eigarin av hesum hundinum kemur rættiliga skjótt til og far skilt hundarnar sundur, fortelur Elspa Jóhanna Á Argjum.

- Eg var øgiliga skelkað beint aftan á hendingina, og tá eg varnaðist, at Tim var bitin og bløddi, so gjørdist eg eisini rættiliga ill og irriterað, sigur Elspa Jóhanna Á Argjum, sum fór til djóralækna við hundinum.

- Nústaðni er Tim komin nøkunlundað fyri seg aftur, men alla ta fyrstu vikuna aftan á hendingina var ógvuliga lítið um hann, og hann vildi ikki út at ganga túr ella nakað. Tá vóru vit bangin fyri, at vit so at siga høvdu mist okkara familjuhund, fortelur Elspa Jóhanna Á Argjum.

Í morgunsendingini fortaldi hon um hendingina og heitti á allar hundaeigarar at hava hund sín í bandi.Tim bleiv álopin av leysgangandi hundi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024