Góðan morgun Føroyar

Í kvøld skal slagið hjá Nýbyggjarunum standa
25-11-2020
Vit føla okkum veruliga heima í húsinum, so vónandi vinna vit í kvøld, sigur føroyska Nýbyggjaraparið

Í kvøld verður greitt, hvat av teimum fýra pørunum í donsku sjónvarpssendingini Nýbyggjararnir, vinnur eini hús fyri umleið 2,6 milliónir.

Tað eru ivaleyst fleiri føroyingar, sum eru spentir, tí millum hesi fýra pørini eru Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen.

Vit eru ógvuliga spent og nervøs og hava ikki sovið í alla nátt av tí sama, siga Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen næstan við ein munn, tá tey verða spurd, hvussu tey hava tað hendan finalumorgunin.

Vit eru aftur í húsinum í Silkeborg og tað følist, sum vit hava verið burtur í feriu og eru komin heimaftur, sigur Martin Høgfeldt Olsen.

Í morgunsendingini greiddu tey bæði frá, hvussu tað hevur verið at vera við í donsku sjónvarpssendingini, og hvørjar tankar tey gera sær sum húsið, sum tey hava møguleika at vinna í kvøld.

Føroyska sjónvarpið samsendir við TV2 í kvøld. Tá hesin seinasti parturin er liðugur, verður sent beinleiðis, og hyggjarar - eisini í Føroyum - kunnu atkvøða við sms-boðum. Sendingin byrjar klokkan 19 í kvøld.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024