Góðan morgun Føroyar

Skal eg lata meg koppseta ella ikki?
01-12-2020
Koppsetingin er so mikið trygg, at eg væntandi sjálvur fari at fáa mær hana, sigur Shahin Gaïni, yvirlækni í infektiónsmedisini.

Gongst sum ætlað, verður klárt hjá føroyingum at lata seg koppseta fyri koronu fyrst í komandi ári. Fólk eru tó ymisk á máli, hvørt tey vilja lata seg koppseta ella ikki.

- Heilivágsfyritøkurnar, sum hava ment koppingarevni móti koronu, hava drúgvar royndir við at gera influensavaksinur. Harafturat er talan um deytt virus, sum verður brúkt í koppingarevninum, og tað tola so at siga øll fólk. Eisini tey við vánaligari immunverju, sigur Shahin Gaïni, sum er yvirlækni í infektiónsmedisini á Landssjúkrahúsinum.

Eitt, sum fær summi fólk at ivast, hvørt tey skulu lata seg koppseta ella ikki, snýr seg eitt nú um, hvussu trygg koppsetingin man vera, og um hjáárin og møgulig seinárin.

- Ein koppseting skal ígjøgnum fleiri sokallaðar fasur, áðrenn hon kann góðkennast. Koppsetingin móti koronu hevur verið í øllum fýra fasunum, áðrenn vit yvirhøvur kunnu brúka hana. Hjáárin síggjast vanliga eini tveir til tríggjar mánaðir eftir, at ein persónur er koppsettur. Eru eingi árin komin hetta tíðarskeiðið, er ógvuliga sannlíkt, at eingi árin fara at koma, sigur Shahin Gaïni, sum sjálvur ætlar sær at fáa koppsetingina.

Í morgunsendingini greiddi Shahin Gaïni frá koppsetingini og svaraði spurningum hesum viðvíkjandi frá lurtarum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024