Góðan morgun Føroyar

Ný Ný sær dagsins ljós
11-12-2020
Á loftinum hjá Bláa Krossi er nú ein seymistova, har til ber at gera nýtt burtur úr gomlum klæðum.

Tað harmaði Magna Højgaard almikið, at hann varð noyddur at lata so nógv klæði, sum Blái Krossur fekk inn, til brenningar á brennistøðini, ta tíðina hann starvaðist hjá felagsskapinum.

- Tá eg hoyrdi um nýnýtslu helt eg alt fyri eitt, at hetta mátti vera upplagt hjá okkum at gera nakað við, sigur Magni.

Tað tók honum ikki langa tíð at fáa onnur við, og Kirstin Helgadóttir hevur yvirtikið verkætlanina, nú Magni er farin í annað starv.

- Ætlanin er at fólk kunnu koma inn tvær ferðir um vikuna og við amboðunum, sum eru til taks her, kunnu tey skapa tað tey hava hug til, sigur Kirstin og leggur afturat, at um fólk ikki hava tað greiða hugskotið tá tey koma, so eru mynstur til taks, sum tey kunnu fara í gongd við, finna tey rætta stoffið ella klæði.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024