Góðan morgun Føroyar

Súni fingið viðurkenning frá Statens Kunstfond
14-12-2020
Ljóssniðgevin Súni Joensen hevur fingið 41.000 krónur fyri sítt arbeiðið í danska pallistaheiminum.

- Hetta er ein stór viðurkenning, tí tað hendir ikki so ofta í okkara faki.

Soleiðis sigur Súni Joensen, ljóssniðgevi, sum júst hevur fingið viðurkenning frá Statens kunstfond og 41.000 krónur.

Hann hevur sett ljós til stórar pallupplivingar í ár á Betty Nansen Teater, Aarhus Teater og Teater S/H, og tað er millum annað fyri hansara ljósarbeiðið á hesum støðunum, at hann fær viðurkenningina.

- Mann leggur ikki altíð merki til ljóssniðgevar, tí tað fyrigongur jú aftan fyri pallin, so tað er heilt serligt, at tað verður lagt merki til ein, sigur ein fegin Súni Joensen.

Í morgunsendingini greiddi Súni Joensen frá arbeiðinum sum ljóssniðgevi og um spennandi verkætlanir, sum eru fyri framman.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024