Góðan morgun Føroyar

Ræsta kjøtið í Lollandi eins gott og tað føroyska
15-12-2020
Tað er gott at sleppa undan at plága tey heima í Føroyum fyri at fáa kjøt, sigur Páll Vestergaard

Tá føroyingar uttanlands verða spurdir, hvat teir sakna mest, er maturin ofta ovarlaga á listanum.

Mangan verður lagt nógv fyri at fáa ræst kjøt úr Føroyum, men tað kann vera bæði tvørligt og kostnaðarmikið.

Tí er tað ikki løgið, at fleiri útsetar hava roynt at ræsa og turka kjøt. Úrslitini eru tó ikki altíð til vildar.

Páll Vestergaard og konan fluttu til Danmarkar í 2016. Tey ásannaðu skjótt, at saknur var í føroyska matinum.

Tey gjørdu tí ein kassa við fluguneti, viftum og avfuktara.

Kjøtið, sum verður ræsað og turkað í kassanum, er ógvuliga gott.

Í grundini duga vit ikki at smakka mun á hesum og tí føroyska, sigur sumbingurin, Páll Vestergaard.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024