Góðan morgun Føroyar

Seksualundirvísing skal virka fyribyrgjandi
16-12-2020
- Børnini eru forvitin og spyrja, og tá haldi eg, vit eiga at kalla ein spaka fyri ein spaka, sigur Vivian Sjóklett, sexologur og námsfrøðingur.

Næstu mánaðirnar fer Vivian Sjóklett, sum er millum annað námsfrøðingur og sexologur, út til føroyskar fólkaskúlanæmingar at hava seksualundirvísing.

Talan er um undirvísing fyri forskúlabørnum og upp til 10. flokk.

Í smærru flokkunum snýr seksualundirvísingin seg tó ikki um sex.

- Tá handlar undirvísingin um heiti á kroppinum, um mørk, og hvør eigur kroppin, sigur Vivian Sjóklett, og vísir á týdningin av at tosa við børn um kropp, kenslur og seksualitet.

- Vit eiga at tora at svara teimum spurningunum, sum eitt barn spyr og ikki kveistra spurningin burtur, tí so taka vit barnið í álvara og kunnu hava eina siðiliga samrøðu, sigur Vivian Sjóklett.

Fyri hana er tað av stórum týdningi, at vaksin tosa við børnini um seksualitet.

- Tað er sera týdningarmikið, at eitt barn veit, hvør eigur kroppin, og at vit vaksnu tora at tosa um kroppin, tí har liggur ein rúgva av fyribyrging í tí eisini, í mun til tær keðiligu søgurnar, ið snúgva seg um ágang, sigur Vivian Sjóklett.

Í morgunsendingini greiddi Vivian Sjóklett um seksualundirvísingina, hon bjóðar seg fram at hava í fólkaskúlum kring landið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024