Góðan morgun Føroyar

Børn eru, sum hava brúk fyri hjálp
17-12-2020
Í Føroyum eru nógv børn, sum hava brúk fyri fíggjarligari hjálp til jóla, og teimum vil 7. flokkur á SaH veita eina hond

Tey hava bæði sungið, gjørt film og framleitt jólaprýði, fyri á henda hátt at savna inn pening til Barnabata og Føroysku Jólahjálpina.

Korona hevði tað við sær, at jólasjónleikurin, sum hesaferð skuldi vera um lítlu gentuna við svávulpinnunum, var avlýstur, so 7. flokkur í skúlanum á Argjahamri mátti finna upp á okkurt annað.

Tey gjørdu ikki mætari enn at fáa sær íblástur í ævintýrinum um gentuna, sum hevur brúk fyri hjálp, og settu sær tí fyri at hjálpa øðrum børnum.

Endin var, at tey høvdu savnað inn 37.000 krónur, sum skulu nýtast til at hjálpa børnum bæði í Føroyum og aðrastaðni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024