Góðan morgun Føroyar

Frá felags brúsurúmi til brúsuklivar
22-01-2021
Nú kunnu næmingarnir fara meira privat undir brúsu, og tað er nakað, sum fleiri teirra vilja, sigur Sonni Djurhuus, skúlastjóri

Í Skúlanum við Streymin hava tey - sum tann einasti skúlin í landinum - brúsuklivar heldur enn eitt rúm við brúsum. Hugskotið kom fyri nøkrum árum síðani, tá nýggi skúlin skuldi prosjekterast.

Vit høvdu eina avbjóðing serliga við hádeildini, tí tey møttu ikki upp til ítrótt, millum annað tí tey ikki vildu í brúsu saman við flokksfeløgunum, fortelur Sonni Djurhuus, skúlastjóri og heldur fram:

Vit tóku so henda trupulleikan upp við ein sálarfrøðing á Sernámi. Sálarfrøðingurin skilti væl, at tey ikki tímdu í brúsu, tí tey vildu ikki vísa seg fyri hvørjum øðrum. Eg spurdi so bygginevndina og arkitektarnar, um tað ikki var møguligt at tekna pláss til klivar, soleiðis at næmigarnir kundu fara meira privat undir brúsu, sigur Sonni Djurhuus.

Hann vísir á, at hóast brúsuklivar ikki eru vanligir í umklæðingarrúmum í Føroyum, so er støðan annarleiðis uttanlands.

Eg havi ferðast í nógvum londum við Parasport Føroyar, og í tí sambandi havi eg lagt til merkis, at brúsuklivar eru púra vanligir alla aðrastaðni enn í Danmark og Føroyum, sigur Sonni Djurhuus, sum heldur, at áhugin at møta upp til ítróttartímarnar eru batnaður, eftir at brúsuklivarnir eru settir upp.

Í morgunsendingini fortaldi Sonni Djurhuus um avgerðina at hava brúsuklivar heldur enn felags brúsurúm.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024