Góðan morgun Føroyar

– Barsilsskipanin er og hevur altíð verið umstrídd
11-02-2021
Ósemja og kjakið um barsilsskipanina botnar í einum virðisstríði, sigur Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum

Barsilsskipanin bleiv sett í verk fyri næstan 20 árum síðani. Tað var í apríl 2001, men síðani tá eru nógvar broytingar gjørdar í skipanini. Umleið 27 ferðir eru broytingar gjørdar.Harafturat hevur hon líka síðani hon bleiv til elvt til nógv kjak og ósemjur.

Nýggjasta dømi er frá í vikuni, tá løgtingið skuldi viðgera uppskot um at javnseta samkynd foreldur við onnur foreldur í Barsilsskipanini. Málið hevur elvt til nógv kjak seinastu mánaðirnar.

Men tað er ikki bara í hesum máli, at fólk eru ósamd. Ósemja og kjak hevur eisini veirð um, hvussu langt barnsburðarfarloyvið skal vera, hvussu nógvar vikur skulu verða deild millum foreldrini og so framvegis.

Erika Hayfield, lektari í samfelagsvísindum, greiðir nærri frá, hvørjar ósemjurnar eru og hví.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024