Góðan morgun Føroyar

Nýggj bók: Kvinnustríðssangir
08-03-2021
Nú altjóða kvinnudagur er, ber til at fríska minnið upp aftur við øllum teimum kendastu føroysku kvinnusongunum

Turið Sigurðardóttir hevur savnað teir kendastu í nýggjari bók: Kvinnustríðssangir 

Bókin hjá Turið Sigurðardóttir lýsir í bitum tað, sum millum ár og dag hevur myndað føroyska kvinnustríðið.

Tekstirnir goyma í sær søguna, mynda tey ymsu stigini í orrustuni, og hvussu kvinnur vunnu sær rættindi bita fyri bita við bit og slit.

Sangur er so mangt, millum annað eitt veldigt amboð og vápn, sum sprettandi rørslur nýta til at seta orð á sín boðskap, breiða hann út og síðan til at staðfesta hann.

Tað var ein spíri av føroyskari kvinnurørslu, tá ið føroyskar kvinnur í Keypmannhavn í 1896 stovnaðu kvinnufelag, elvdar av, at tær ikki høvdu loyvi at vera limir í Føroyingafelag, sum føroyskir menn í sama býi høvdu stovnað í 1881.

Í hesum umhvørvi tók kvinnuligur skaldskapur seg upp við sínum egna sjónarhorni og tóna. Føringafelag í Føroyum, stovnað 1889, var frælslyntari, kvinnur vóru við frá fyrsta degi, og ein teirra, Sanna Helena Patursson, gav fyrsta føroyska kvinnublað út. Blaðið við tí vakra navninum Oyggjarnar (1905-1908) viðgjørdi samfelagsmál og kvinnumál. Hesin kvinnurørsluspíri var partur av føringafelagsrørsluni, sum var sprottin av teimum stóru evropeisku rørslunum fyri frælsi og fólkaræði.

Oyggjarnar fingu ikki undirtøku, og kvinnublað sást einki aftur fyrr enn í rembingarárunum eftir seinna kríggj. Havnar Kvinnufelag var stovnað í 1952, og sama ár kom Kvinnutíðindi út. Mótstøðan var stór móti havnarkonunum, sum lýstu til kvinnufund, stílaðu fyri vevskeiðum og royndu at sleppa framat í politikki - og í Útvarpinum, tá ið tað var komið.

Í 1970-árunum kom kvinnurørslan aftur sum ein dunandi havalda, ið breyt upp úr nýggjum á øllum økjum og skolaði mangt ónýtiligt burtur. Hesa ferð var stór áherðsla á samleika, tilvitsskapan og sjálvsfatan, men sanniliga eisini á tað ítøkiliga. Vit mugu ikki gloyma, at tann lága konufólkalønin var í gildi heilt til 1981. Sameindu Tjóðir lýstu árið 1975 sum kvinnuár, og tað fór ikki tigandi framvið. Sum Liffa greiðir frá, sóu kvinnurnar alt í einum, at sangirnir í Songbók Føroya fólks vóru allir um mannfólk. Tað var tó ikki bara í Føroyum, at tjóðarsangbøkurnar einans vóru um menn, og nú tók ein nýggjur kvinnuskaldskapur seg upp í Norðurlondum, kvinnusangirnir. Sangir, ið góvu tí føroysku nýggju kvinnurørsluni, Kvinnufylkingini, Reyðsokkunum, íblástur. Sangirnir vóru týddir, umyrktir, og nýggir sangir yrktir. Onkrir komu í blaðið hjá fylkingini við tí sjálviróniska navninum Súrsokkur (1979-1980), sum var triðja kvinnublaðið í Føroyum.

Sangirnir vórðu sungnir og ljósprentaðir. So leið tíðin, sangirnir fullu í gloymsku, og tað varð ringari at fáa fatur á teimum. Við hesum hefti er eitt úrval av kvinnusangum til taks. Vónandi vekja teir eitt smíl og góð minni hjá nógvum, meðan tær ungu, sum ikki hava upplivað kvinnurørsluna, tí hon hevur ligið í einum aldudali, meðan tær eru vaksnar upp, hava her høvi at kunna seg við sangirnar og fáa eina fatan av hesum partinum av kvinnusøguni.

Kelda: sprotin.fo

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024