- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Pesto úr ókrúti.
Tað hevur virkið, Rávan, framleitt í sambandi við íverksetaratiltaki Ungt Virki, sum er fyri iðnámsskúlanæmingar.
Og føroyskt pesto, har meginparturin av innihaldinum er ókrút, er eitt so mikið gott hugskot, at fríggjadagin kundu tær fimm kvinnurnar, sum hava framleitt vøruna, kalla seg vinnarar av íverksetarakappingini Ungt virki 2021.
Hugskotið at gera føroyskt pesto hava kvinnurnar fingið, tá tær gjørdust varugar við ein afturvendandi trupulleika hjá urtagarðsáhugaum.
- Ókrút er ein afturvendandi trupulleiki, og fólk vilja sleppa av við tað. Hetta halda vit vera harmiligt, tí nógv ókrút er góð rávøra. Og tað er sunt og smakkar eisini væl, sigur Sólva Magnadóttir.
Saman við Mariu Eriksen, Tóru Mouritsen og Sannu Niclasen vitjaði hon í morgunsendingini og greiddi frá um føroyskt pesto.