- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Familju- og ættarviðurskifti fylla nógv í Føroyum. Ofta verða vit spurd hvør, ið eigur okkum, og hvar vit eru uppvaksin. Nógvar familjur velja eisini at hittast til ættarveitslur, og nógv verður gjørt burtur úr ættargransking sum heild í Føroyum.
Eyðun Gaard fekk herfyri eitt hugskot í samband við ættargransking fyri fólkum, sum hava ættarbond í Oyndarfirði. Ofta kann vera ringt at savna fólk, tí summi búgva langt vekk - og tá Eyðun í sínum starvi hevði góðar royndir við forritinum Zoom, sá hann møguleikan, at hetta var ein góður háttur at savna fólk á netinum, fyri at tosa um ættargransking. Hann stovnaði ein bólk á facebook og eina ferð um vikuna hittust nøkur á Zoom, har áhugað kundu deila søgur úr Oyndarfirði.
Útgangsstøðið til samrøðurnar eru úr bókini hjá Freydis Poulsen, Úr Oyndarfjarðar Søgu, sum kom út í 2004.
Ein av teimum, sum hevur verið við í bólkinum, er 96 ára gamla Jóna Hammer. Hon minnist heilt aftur til 1929, tá hon var fýra ára gomul. Hon er tí saman við hinum í bólkinum við til at deila dýrabarar søgur, sum eisini verða skjalfestar, tí allar samrøðurnar á bólkinum verða goymdar.
Morgunsendingin vitjaði Eyðun Gaard og Jónu Hammer, fyri at práta um hetta áhugaverda átakið.