Góðan morgun Føroyar

Egga Jensen gevst sum formaður í Parasport
14-04-2021
Egga hevur sitið sum formaður øll 41 árini síðani Ítróttarsambandið fyri brekað varð stovnað

Á parasport.fo hava tey lagt fylgjandi skriv út um Egga:

Á aðalfundi leygardagin 10. apríl, 41 ára ársdagin fyri stovnanina av sersambandinum, boðaði Egga Jensen frá, at hann leggur frá sær sum formaður.

Egga hevur verið ímyndin av ítrótti fyri fólk ið bera brek síðani hann saman við øðrum tók stig til at stovna Ítróttarsambandið fyri brekað fyri júst 41 árum síðani.

Egga hevur sitið sum formaður øll árini, og hevur hann verið drívmegin ið hevur gjørt at ÍSB, nú Parasport Føroyar, altíð hevur verið eitt virkið sersamband.

Egga verið altíð verið ein virkin formaður og hevur hann luttikið í øllum lutum hjá sersambandinum, til hann nú legði frá sær.

Ongin kann ivast í, at Egga hevur brent fyri arbeiðinum við paraítrótti, og var hetta eisini staðfest, tá ÍSF handaði honum heiðurskrossin, sum er hægsta viðurkenning innan ítrótt, í samband við 40 ára hátíðarhaldið hjá Parasport í heyst.

Nú Egga legði frá sær, var aðalfundurin samdur um at stilla hann inn til heiðursforseta, so hann sleppur neyvan paraítrótti heilt, hóast hann neyvan fer at fylla líka nógv sum hann hevur gjørt.

Nýggjur formaður í Parasport er Petur Elias Petersen, ið hevur verið næstformaður síðani hann kom í nevndina í 2017.

"Sjálvur havi eg altíð verið hugtikin av hesum sersambandi, ið eg haldi hevur virkað sera væl, og hevur og ger enn eitt sera gott og stórt arbeiði.

Tað er við stórari eyðmýkt, at eg nú taki við sum formaður í hesum vælskipaða sersambandi og vil eg leggja alla orku í at føra tað væla arbeiði sum Egga og hini sum sita í nevndini, umframt ítróttaráðgevin gera.

Vil royna at brúka mína vitan og royndir frá øðrum álitispostum eg havi haft innan ítróttina, so Parasport møgliga fær ágóðan av hesum" segði nývaldi formaðurin tá hann takkaði fyri álitið á aðalfundinum.

Onnur í nevndini eru Tóra Norðgerð, Hans Karl Højgaard og Anna Gaardlykke. Varalimir eru Sonja Norðgerð og Uni Rasmussen.

Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi.

Nevndin og ítróttarráðgevin ynskir Egga blíðan byr nú hann leggur frá sær sum formaður, og takka fyri gott samstarv og tað stóra arbeiði hann hevur lagt í ÍSB/Parasport hesi 41 árini.

Egga Jensen vitjaði morgunsendinga og greiddi frá um tíðina sum formaður.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024