- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ingi Højsted.
Tey flestu munnu hugsa um fótbólt, tá tey hoyra navnið. Ingi Højsted gjørdi nevniliga veruliga vart við seg í 2002, tá hann var á akademinum hjá enska fótbóltsfelagnum Arsenal.
Tá í tíðini var Ingi Højsted ivaleyst tann føroyingurin, sum var komin longst við dreyminum at gerast yrkisfótbóltsspælari.
Men Ingi Højsted var nógv darvaður av skaðum, og tí bleiv avgerð tikin um, at framtíð hansara ikki lá í fótbóltinum.
- Sjálvandi var tað keðiligt, tí fótbólturin var nakað, eg helt, eg skuldi fáast við í nógv ár. Hinvegin, tá tú ofta hevur skaðar, sjáldan byrjar inni til dystir og sum heild ikki ert eins góður og áður, so er tað bara ikki líka stuttligt at spæla fótbólt. Av tí sama var tað ikki so ringt at góðtaka, at framtíðin ikki skuldi snúgva seg um fótbólt, sigur Ingi Højsted.
Í dag er tað ikki fótbóltur men støddfrøði, sum fyllir ein stóran part í lívinum hjá tí í dag 35 ára gamla hoyvíkinginum. Herfyri vardi Ingi Høhsted sína ph.d. verkætlan, ið snýr seg um støddfrøði og frálæru.
Morgunsendignin hevur hitt Inga Højsted til eitt prát um millum annað tíðina, tá hann var nógv frammi í miðlunum, bleiv kendur aftur á gøtuni og um tíðina á akademinum hjá Arsenal.