Góðan morgun Føroyar

Nú kanst tú keypa rættindi til talgild verk
23-04-2021
Við NFT-frámerkinum ber til at siga, júst hvør eigur rættindini til eitt ávíst verk

Siðbundin listaverk kunnu vera virðismikil, tí tey eru tey einastu av sínum slagi.

Trupulleikin við talgildum fílum hevur verið, at tær lættliga kunnu avritast.

Men hetta verður nú broytt. Nýggja NFT-tøknin ger, at tú kanst eiga títt egna talgilda listaverk, sum kann blíva keypt og selt.

Longu nú eru fleiri dømi um, at nógvir pengar kunnu vera í NFT-skrásettum verkum.

Herfyri var eitt talgilt listaverk selt á uppboðssølu hjá Christie's í London fyri 50 milliónir pund.

Men keyparin fekk hvørki standmynd, málning ella prent.

Í staðin fekk keyparin eitt serstakt talgilt frámerki, tað, sum verður rópt NFT.

NFT stendur fyri Non-fungible token.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024