Góðan morgun Føroyar

– Mannarættindi eru ikki politisk lýsing
23-04-2021
Tað sigur fótbóltsfelagið, EB/Streymur, sum ikki tulkar reglurnar á sama hátt sum FSF

Fyrradagin sendi Fótbóltssamband Føroya skriv til feløgini, har tey nágreina, hvat er loyvt at lýsa við á einum fótbóltsvølli. Skrivið kom í kjalarvørrinum av, at ein dómari hevur havt eitt sveittiband í ælabogalitum.

Fótbóltslógin sigur greitt, at pløgg og útgerð hjá spælarum og dómarum ikki skulu hava politisk, átrúnaðarlig ella persónlig herróp, boð ella myndir, men EB/Streymur eins og fleiri onnur fótbóltsfeløg í Føroyum, tulka ikki reglurnar á sama hátt sum fótbóltssambandið.

Formaðurin í EB/Streymi, Fróði Petersen, vísir á, at ælabogaliturin ikki bara snýr seg um LGBT, men um fjølbroytni sum heild. Felagið ætlar tó at virða boðini frá FSF. 

Hoyr formannin greiða frá.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024