Góðan morgun Føroyar

Gevið ikki dunnunum breyð
29-04-2021
Hvørki dunnur ella umhvørvið hava gott av, at vit geva dunnunum breyð, sigur djóralækni

Dunnur hava als ikki gott av at eta breyð.

Neyvan hugsa vit um tað, tá vit fara út í náttúruna at geva dunnum breyð, tí hetta er jú nakað, mann hevur gjørt í nógv ár.

Men hvørki dunnurnar ella umhvørvið hava gott av breyði.

– Tað er ikki tað besta fyri dunnurnar og heldur ikki fyri vatnið, har dunnurnar halda til. Úti í náttúruni liva dunnurnar av plantum og smákyktum, sum eru í vatninum, og tá tú gevur teimum breyð, so broytir tú vistskipanina í vatninum. Lorturin hjá dunnunum blívur góð føði fyri algur í vatninum, so tær vaksa og taka so at siga yvir í vatninum. Og tá fáa planturnar niðri á botninum ikki tað ljósið, tær hava tørv á. Á tann hátt hvørvur nátúrliga føðin hjá dunnunum, sigur Annika Patursson Nørspang, djóralækni.

Umframt at tosa um dunnur og breyð, svaraði Annika Patursson Nørspang eisini spurningum frá lurtarum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024