- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Leygardagin skipar Stuðulsfelagið Grynnan í Hósvík fyri fiskikapping og fiskauppboðssølu í Hósvík.
Eftir fiskikappingina verður uppboðssøla við Kára P. Højgaard, har møguleiki verður hjá øllum at bjóða upp á heilan fisk og nýskorið flak.
Øll, ið hava hug, kunnu vera við. Tað er bara loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðireiðskap, og av trygdarávum skulu í minsta lagi tvey fólk vera við hvørjum báti.
Møguleiki verður at fáa útflýggjað luttøkuskjøl og at leggja veiðuna upp bæði á Eiði og í Hósvík.
Lagt verður frá landi kl. 7.30 leygarmorgunin, tá luttøkuskjøl verða útflýggjaði. Allir bátar skulu vera aftur í landi - antin á Eiði ella í Hósvík - í seinasta lagi kl. 17:00.
Tá bátarnir koma aftur og meðan fiskauppboðssølan verður, skipar Stuðulsfelagið fyri at kaffi og okkurt gott til góman verður til keyps í Felagshúsinum Grynnan.
Steyp og vinningar verða handaði best fiskandi manningunum við Felagshúsið kl. 18:00.
Kl. 19:00 byrjar stóra fiskaupboðssølan, har Kári P. Højgaard, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður verður uppboðssølustjóri. Møguleiki verður at bjóða upp á bæði heilan fisk og nýskorið flak.
Neyðugt er at boða fyriskiparunum frá í seinasta lagi í dag, fríggjadagin 7. Maj, kl. 12.00.
Send fráboðan um luttøku við telduposti til fiskikapping@gmail.com