Góðan morgun Føroyar

Hjartamál at geva Sjúklingahotellinum súkklur
10-05-2021
Í kassanum, sum er framman á súkklunum, kunnu bæði børn og vaksin sita saman og hugna sær

Leygardagin var ein serstøk løta á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.

Tá fekk hotellið handaðar tvær christianiasúkklur, sum fólk, ið búgva á hotellinum, kunnu brúku.

Hugskotið eigur Frida Solbjerg Augustinussen, ið er umboð í foreldrabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum og partur av Team Rynkeby Føroyar liðnum í ár.

Sonur teirra, Jónhard, hevur verið í krabbameinsviðgerð.

Síðani 2018, tá familjan flutti heim aftur til Føroya, hevur tað at skaffa eina súkklu til sjúklingahotellið verið ynski og hjartamál hjá Fridu.

Í samstarvi við Team Rynkeby Føroyar og Ítróttarfelagið Treysti kom hon á mál.

Lena Halling, leiðari á Sjúklingahotellinum, fekk lyklarnar til súkklurnar á lítlari samkomu leygardagin.

Vit eru ógvuliga takksom fyri hesa gávuna, sigur leiðarin. Tað hevur verið saknur í hesum møguleikanum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024