Góðan morgun Føroyar

Tað gongur út yvir børnini
10-05-2021
Ov fá og strongd starvsfólk á dagstovnaøkinum hevur stórar avleiðingar fyri børnini bæði nú og í framtíðini, heldur granskari.

Herfyri legði Búskaparráði fram eina temafrágreiðing um tørvin á starvsfólkum á vælferðarøkinum 10 tey næstu árini.

Eitt nú á dagstovnaøkinum er starvsfólkatørvurin sera stórur.

Sparingar og skerjingar hava stóra ávirkan á børnini, sum eru á dagstovni, heldur Jóhannes Miðskarð. Hann er granskari og undirvísir á námsfrøðiliga økinum.

- Tað ávirkar børnini her og nú og eisini upp á longri sikt. Gerandisdagurin verður ávirkaður av, at tey vaksnu strekkja ikki ordiliga til, og so byrja tey kanska at skelda meira, og børnini uppliva kanska, at tey vaksnu eru eitt sindur strang. Upp á longri sikt - og tað er kanska tað, sum er tað álvarsamasta - relatiónsførleikin verður ikki mentur, sum hann eigur, sigur Jóhannes Miðskarð.

Í morgunsendingini fortaldi Jóhannes Miðskarð um avleiðingarnar av, at dagstovnaøkið í stóran mun er merkt av sparingum og skerjingum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024