Góðan morgun Føroyar

Hjálparfólk noydd at víkja fyri námsfrøðingum
11-05-2021
Sámal Hansen, formaður í Hjálparfólkafelagnum, mælir til, at ein partur av størvunum á dagstovnaøkinum verður normerað til hjálparfólk

Hjálparfólkafelagið heldur, at tað eru skeivleikar í starvfólkabýtinum á dagstovnaøkinum - bæði tá talan er um hvussu nógvir námsfrøðingar skulu vera í mun til hjálparfólk, og hvussu arbeiðsuppgávurnar skulu deilast millum námsfrøðingar og hjálparfólk. Hetta er beinleiðis størsta orsøk til manglandi stabilitet á økinum, sigur Sámal Hansen, formaður í Hjálparfólkafelagnum.

Tá tað kemur til setanartreytir sigur sáttmálin soleiðis: "Treytin fyri at verða settur í starv er, at viðkomandi hevur lokið námsfrøðiligt prógv, ella samsvarandi prógv, ið er góðkent av Mentamálaráðnum og Føroya Pedagogfelag. Stk. 2. Um eingin pedagogur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett fyribils, til pedagogur søkir starvið. Normerað størv, sum ikki eru sett við pedagogum, skulu lýsast leys minst 6. hvønn mánað. Sambært semju millum sáttmálapartarnar kann undantak gerast, so størvini verða lýst leys við eitt ára millumbili."

Hjálparfólkafelagið er av teirri fatan, at stóri trupulleikin ikki skyldast mangul uppá námsfrøðingar, men er eitt úrstlit av manglandi skipan á økinum.

- Tað er neyðugt at normera ein part av størvunum til hjálparfólk soleiðis, at býtið av pedagogum og hjálparfólki er í samsvar við arbeiðsuppgávurnar og tey størv, ið eru á økinum. Við at normera ein part av størvunum til hjálparfólk, høvdu leiðarar sloppið undan at lýst mannað størv leys at søkja - størv við væl skikkaðum starvsfólki, sum ynskja at halda áfram í starvinum, sigur Sámal Hansen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024