Góðan morgun Føroyar

At vera góðar fyrimyndir hevur størstan týdning
17-05-2021
Meðan Karis hevur styrkir innan bøn og trúðboðan, hevur Soli Deo Gloria tónleik, felagskap og ríkt intiativ, siga samkomufólkini

At samkomar fara í tvíningar kemur fyri viðhvørt. At tvær samkomur leggja saman er hinvegin sjáldsamt.

Hetta hendi tó í Klaksvík sunnudagin, tá Soli Deo Gloria og Karis løgdu saman.

Fyri 12 árum síðani fór ein sáttargerð fram millum tey, sum valdu at fara úr Soli Deo Gloria um aldarskiftið, og tey sum vóru eftir.

Man valdi at góðtaka, at tað nú vóru tvær samkomur, og vælsigna hvør annan í tí verkinum, sum man stóð í.

Um sameiningina verður sagt, at vit meta at samkoman verður meir dynamisk.

Fleiri aldursbólkar verða umboðaðir og spjaðingin geografiskt verður eisini meir fjølbroytt.

Leisturin fyri sameiningina verður, at samkoman Karis leggur sítt virksemi undir Soli Deo Gloria.

Samanlagda virksemi verður í hølunum hjá Soli Deo Gloria á Klaksvíksvegi 56.

Morgunsendingin skiftir orð við Hallgerð Akurstein og Róa Norðoy.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024