Góðan morgun Føroyar

Tema: Endaveitslur og rúsdrekka
18-05-2021
SSP ráðgevi og næmingur skifta orð um rúsdrekka millum tey ungu, nú fólkaskúlanæmingar halda endaveitslur

Í hesum døgum hava nógvir næmingar endaveitslur av tí at, tey hava havt seinasta skúladag. Men foreldur og næmingar eru ikki samd um, hvørt endaveitslurnar skulu vera rúsfríar.

Skulu tey bíða við at njóta rúsdrekka, til tey eru 18 ár? Er tað ok, at tey smakka sær á, men at tað hendir undir tryggum umstøðum, har foreldur eru - ella skulu tey fáa frið til at hugna sær?

Og um tey óansæð ætla at smakka sær á, hvønn leiklut spæla foreldrini so? Skulu tey fáa okkurt at drekka frá foreldrunum, ella ikki?

Evnið var á breddanum í morgunsendingini. Óli Rubeksen, SSP ráðgevi, og Ægir Østerø, formaður í næmingaráðnum í Eysturskúlanum vitjaðu morgunsendingina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024