Góðan morgun Føroyar

Næmingar og lærarar hugsa grønt
18-05-2021
- Øll mugu broyta vanar og hugburð, sigur skúlaleiðarin í Skála skúla, sum hevur fingið veðurlagsvirðisløn fyri at hugsa burðardygt.

Leivdir úr matpakkanum verða brúktar til tøð. Pappír, sum annars skuldi burtur, verður endurvunnið, og so er eingin einnýtisborðbúnaður at finna.

Í Skála skúla gera lærarar og næmingar nógv við at ansa eftir umhvørvinum. Og hetta dámar Føroya Lærarafelagið so mikið væl, at felagið í ár hevur valt at lata veðurlagsvirðislønina og 25.000 krónur til Skála skúla.

- Hetta snýr seg fyrst og fremst um at broyta vanar og hugburð, og tað kann sjálvandi í summum førum verða avbjóðandi. Men sum heild er grøna leiðin ein positiv uppliving fyri bæði lærarar og næmingar, sigur Nomi Jacobsen, sum er skúlaleiðari.

Í morgunsendingini fortaldu Noomi Jacobsen og tveir næmingar, hvat tey gera í skúlanum fyri at fara enn betur við umhvørvinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024