Góðan morgun Føroyar

– Tú verður góður við næmingarnar
25-05-2021
Í 13 ár hevur Frank Davidsen tikið sær av skúlakoyringini í Sørvágs skúla

Tá Frank Davidsen fór undir at koyra skúlakoyring við næmingum í Sørvágs skúla, var tað tí hann ætlaði at gera skiftið frá arbeiðsmarknaðinum til pensjonistatilveruna, lagaligari.

Hann skrivaði undir ein trý ára sáttmála. Hetta eru góð 13 ár síðani. Men í summar gevst Frank Davidsen.

– Mær hevur bara dámað hetta betur og betur. Børnini eru ómetaliga góð at fáa við.

Eg havi ikki hoyrt eitt øvut orð nakrantíð, leggur Frank dent á.

Á túrinum, sum morgunsendingin er við skúlabussinum, verður tosað um mangt og hvat.

Eitt nú verður greitt frá einum tilburði í fótbóltsdysti, sum kom at ávirka tilveruna hjá Frank í eini 30 ár.

Eisini skifta vit orð um drúgvu yrkisleiðina hjá Frank Davidsen sum tollari á flogvøllinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024