Góðan morgun Føroyar

- Betri eg havi tað, færri sangir skrivi eg
28-05-2021
Í dag letur Beinir frá sær EP'ina, World Out There. Hetta er úrslit av miðvísum arbeiði í tvey ár

Føroyski tónleikarin, Beinir, er í løtuni í Danmark, har hann fer á konsertferð saman við danska stjørnuskotinum, Dopha.

Hon og Beinir syngja duettina I'm Not Crying You Are, sum hevur staðið seg væl bæði í Danmark og Týsklandi.

Á konsertferðini hitar Beinir upp fyri Dopha. Fyrsta framførslan í røðini er í Randers í kvøld - og har er útselt.

Nógv góð tónlekasambond eru fingin í lag uttanlands. - Eg føli, at hetta kann fara á flog nær tað skal vera, sigur Beinir. - Annars hevði eg ikki gjørt hetta, leggur hann brosandi aftrat.

Í eini tvey ár hevur hann arbeitt fram ímóti hesi útgávuni. Eitt nú hevur hann verið á fleiri sangskrivaralegum.

Tað er skipað soleiðis, at Beinir og ein annar tónleikari hittast tíðliga á morgni. Seint seinnapartin skal sangurin vera liðugur.

Hetta er ein ógvuliga spennandi ferð, og tað er sunt, at onkur kann bjóða tínum sjónarmiðum av, hugleiðir Beinir.

Hann leggur aftrat, at hann avgjørt tekur undir við teimum, sum føra fram, at um tú hevur tað ov gott, er truplari at skapa. - Jú betri eg havi tað, jú færri sangir skrivi eg.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024