Góðan morgun Føroyar

Havnarbáturin er teimum kærur
01-06-2021
Í dag 1. juni eru júst 50 ár liðin síðani nýtt 10. mannafar varð smíðað til Havnar Róðrarfelag, sum tá var einasta kappróðrarfelag í høvuðsstaðnum

Fáir kappróðrarbátar slíta høgan aldur. Nú á døgum verða teir ofta skiftir út eftir fáum árum. 50 ár er tí høgur aldur, sum gamli Havnarbáturin rundar í dag.

Hevði tað ikki verið fyri teir, sum róðu við Havnarbátinum í sjeytiárunum, hevði 10. mannafarið helst ikki verið til í dag. Í dag stendur Havnarbáturin trygt og væl í einari goymslu uppi á Hjalla, har gomlu rógvararnir stundum koma saman at líta aftur á gamlar dagar.

Eg minnist, at eg slapp ikki at stýra, fyrr enn eg var lætnaður nøkur kilo, so eg mátti tuska runt og renna, greiðir Heðin Mortensen frá, sum var róðursmaður á Havnarbátinum í 1977.

Havnarbáturin hevur vunnið meira enn teir flestu. Í síni tíð var eingin annar bátur, sum vann so tíðum sum Havnarbáturin. Hann vann føroyameistaraheitið frá 1973 til 1979 og vann ólavsøkuróðurin øll árini frá 1971 til 1978. Hann vann eisini FM í 1990, 1991 og 1996. Tað varð róð við honum líka fram til 1999.

Morgunsendingin var á gátt í goymsluni, har Havnarbáturin stendur, og fekk orðið á Hannis Joensen, ið róði við bátinum í sjeytiárunum og við Heðin Mortensen, sum var formaður í Havnar Róðrarfelag hesi árini og sum eisini var róðursmaður á Havnarbátinum í eitt ár. 

Hoyr teir greiða frá.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024