Góðan morgun Føroyar

Hjartatilburðurin hjá Eriksen vakti gamlar kenslur
15-06-2021
Í desember í 1991 fekk landsliðsleikarin í bæði fótbólti og hondbólti, Poul Enok Hansen, ein hjartatilburð undir dysti. Hann vaknaði ongantíð aftur

Tá fótbóltsleikarin, Christian Eriksen, fekk hjartasteðg og small um á vøllinum undir EM-dysti millum Danmark og Finnland leygarkvøldið, vóru tað mong, sum fóru at líta aftur og hugsa um sorgarleikin í ítóttahøllini á Skála, tá tann bara 28 ára gamli, Poul Enok Hansen, fekk ein hjartatilburð undir einum hondbóltsdysti.

Poul Enok var ein av føroya bestu hondbólts- og fótbóltsleikarum.

Yngru brøður hansara spældu eisini við í dystinum hetta sorgarkvøldið í 1991.

Hoyr brøðurnar, Pola Hansen og Elias Hansen, greiða frá.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hoyr alla sendingina.
08-05-2023
Tey byrjaðu, tá ið korona herjaði í 2020, vunnu Sement 2023, hava júst spælt á Spot festivalinum, eru á veg til Brighton at spæla og so verður eitt nýtt lag útgivið 12. mai
08-05-2023
Í dag eru 40 ár síðani, at Norðurlandahúsið læt upp. Hugsanin við húsinum var at hava eitt stað til framførslur, har øll vóru vælkomin
08-05-2023
Undirnevndin hjá Javna, Spyr Meg, hevur í 10 ár verið við til at broyta og bøta um umstøðurnar hjá fólkum við menningartarni.
04-05-2023
Hoyr alla sendingina.
04-05-2023
So bersøgin er Jens Christian Holm, barnalækni, sum arbeiðir við børnum, sum viga ov nógv.
03-05-2023
- Við tí rætta ljósinum nýtist tær ofta als ikki at redigera myndina. Og ljósið í Føroyum er heimsins besta til myndatøku, sigur Beinta Haraldsen, fotografur.
03-05-2023
Hoyr alla sendingina.
03-05-2023
Felagsskapurin við ung úr øðrum londum er nakað serligt á Teenstreet, siga Símun Jóannesarson Hansen og Randi Hansen
02-05-2023
Í dag verður ein stór kanning um hugburð til javnstøðu í Føroyum løgd fram. Kanningin snýr seg um nógv ymisk viðurskifti, sum ávirka javnstøðu
02-05-2023
- Her geva fólk ikki hvørjumøðrum eitt klemm, soleiðis sum eg annars eri von við. Tað er løgið, sigur Duygo Odabasi, sum er skiftisnæmingur í Føroyum.
01-05-2023
Veðrið, AFS og snildfonpausa
01-05-2023