Góðan morgun Føroyar

Kanna sambandið millum ílegur og heilivág
15-06-2021
Noomi O. Gregersen og Jónrit Halling eru í toyminum, sum skal kanna, hví heilivágur ávirkar fólk so ymiskt.

Í løtuni kanna granskarar á Fargen, um tað ber til at brúka ílegur hjá fólki, soleiðis at mann kann síggja virknaðin av ávísum heilivági.

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu fólk reagera upp á sama heilivág, men hví riggar onkur heilivágur væl hjá einum persóni og sera illa hjá einum øðrum?

Eini 1500 føroyingar, sum eru partur av FarGen-verkætlanini, hava í hesum døgum fingið bjóðað at vera við í eini kanning, har mann kannar sambandið millum ílegur og heilivág.

Tað eru Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, sum samstarva um hesa verkætlanina.

Noomi O. Gregersen, Ph.d. og verkætlanarleiðari fyri FarGen og Jónrit Halling, Ph.d. frá Náttúruvísindadeildini á Setrinum, greiddu frá verkætlanini í morgunsendingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024