Góðan morgun Føroyar

Guðmundur veittrar ítróttarháskúlanum farvæl
16-06-2021
- Eg havi lagt meg eftir, at skúlin skal vera fyri øll. Eisini tey, sum av ymsum orsøkum ikki hava tað so lætt, sigur Guðmundur Joensen.

- Sjálvur treivst eg ongantíð so væl í skúlanum, og eg havi nokk verið tann næmingurin, sum lærarar fingu grá hár í høvdið av. Kanska er tað júst tí, at eg havi roynt at lagt meg eftir, at allir næmingarnir, sum koma á skúlan, skulu fáa nakað burturúr og trívast. Eisini tey, sum av ymsum orsøkum ikki hava tað so lætt.

Orðini eigur Guðmundur Joensen, sum seinastu fimm árini hevur verið leiðari á ítróttarháskúlanum í Vági.

Tá hann tók við starvinum í mai 2016 var tað ein stór, men spennandi uppgáva, ið lá fyri framman.

- Eg mátti finna útav, hvat hetta skuldi vera fyri ein háskúli og harvið gera konseptið. Tað var ótrúliga spennandi og stuttligt, men tað kravdi eisini, at eg arbeiddi sera nógv hasa fyrstu tíðina. Ja, onkrar nætur koma eg ongantíð í song, tí tað var so nógv at fyrireika og seta seg inn í, sigur Guðmundur Joensen.

Í morgunsendingini greiddi hann frá teimum fimm árunum á skúlanum, nú hann tann 30. juni hevur seinasta arbeiðsdag.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024