- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ferðsluóhapp í túninum fyri áttandu ferð
09-08-2021
- Okkurt má gerast fyri at forða fyri fleiri ferðsluóhappum her í Lambagerði, siga húsfólkini, sum fyri áttandu ferð uppliva at ein bilur flýgur inn í túnið
Fólk í Lambagerði í Havn hava ampa, tí ferð eftir ferð enda bilar í túninum hjá teimum, um ferðsluóhapp henda har tú kemur inn í Havnina frá Norðasta Horni.
So seint sum leygarkvøldið hendi hetta aftur. Viðkomandi, sum var í bilinum hevur ongan skaða fingið. Tó hevur hetta elvt til stóran ótta hjá húsfólkinum í tvíhúsinum í Lambagerði. Hetta er áttandu ferð at eitt ferðsluóhapp er uttan fyri túnini hjá húsfólkunum.
Diana og Hans Gotfred Thomsen, og grannarnir Anna og Reynhold Madsen greiða frá upplivingini, og hvussu tað ávirkar tey at uppliva so nógv ferðsluóhapp uttan fyri heimið.
Soleiðis sær túnið út:
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024