Góðan morgun Føroyar

Ummæli: 111 góðir dagar er framúr
09-08-2021
Birgir Kruse, ummælari, letur sera væl at nýggja føroyska spælifilminum "111 góðir dagar"

Nýggi føroyski spælifilmurin, 111 góðir dagar, hevur gingið í biografinum í eina tíð. Í stuttum snýr filmurin seg um tveir menn, sum blíva við at hittast undir løgnum umstøðum. Tað vísir seg spakuliga, at teir eru samantvinnaðir av onkrari hægri megi, sum teir ikki skilja. Ella sum ikki kemur fram fyrr enn móti endanum av filminum.

- Hetta er ein 'coming of age' søga úr Havn í dag, eftir øllum at døma við persónligum støði í leitandi og samansetta leikstjóranum sjálvum, og annars við almennum høvuðsdenti á ungdóm og fyrstu tilveruligu royndir at standa á egnum beinum, definera vinaløg og arbeiðsfelagsskapir og ikki minst tað kyns- og paraliga, sigur Birgir Kruse, ummælari. 

Trygvi Danielsen hevur skrivað og leikstjórnað filmin, og Pætur Marjunarson Dahl er høvuðsframleiðari.

Í samrøðu við Portalin fyri jól, sigur Trygvi Danielsen: ”eg havi skrivað filmin út frá egnari kenslu av, hvussu tað følist at búgva í Havn, í Føroyum sum heild, men serliga í Havn, tí tað er har eg eri frá. Eisini havi eg skrivað filmin útfrá, hvussu tað kenst at vera í 20-unum og at koma inn í seinnu helvt av 20-unum. Hvussu einsligt tað verður, bæði tí at har eru fá fólk, sum tú kennir í tí aldursbólkinum, men eisini tí tað er einsligt at blíva vaksin, at skula taka ábyrgd og alt tað, sum hoyrir við. Tað er eitt sindur ein granskan av mínari uppliving av Havnini."

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024