Góðan morgun Føroyar

Torusteinurin ið hvarv
07-09-2021
99 ára gamli Meinhard Nielsen sóknast eftir einum torusteini sum datt niður í Lopra fyri yvir 100 árum síðani.

Meinhard minnist sum smádrongur, at har lá ein tungur bláur steinur í vindeygakarminum á hvalastøðini í Lopra. Hann spurdi pápan um steinin.

Pápin fortaldi, at einaferð, hann var farin útum, hoyrdi hann súsan í luftini og sá at okkurt datt niður frammanfyri støðina. Hann fór at grava í holinum. ið var komið í jørðina framman fyri støðina. og fann henda tunga bláliga steinin. Steinurin varð reinsaður og settur í vindeygakarmin.

- Og har lá hann alt eg kann minnast, sigur Meinhard. Men fyri nógvum árum síðani bleiv hvalastøðin seld, steinurin bleiv vekk og fór í gloymskuna.

Men nú sóknast Meinhard eftir steininum og spyr, um onkur veit um henda horvna torusteinin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024