Góðan morgun Føroyar

Á svimjislóð Sigmunds Brestissonar
07-09-2021
Seinasta týsdag svumu seks menn úr Stóru Dímun til Sandvíkar í Suðuroy.

Týsdagin 31. august 2021 svumu havsvimjarar úr svimjibólki úr Havn um Suðuroyarfjørð úr Stóru Dímun til Sandvíkar.

Svimjararnir vóru Erling Eidesgaard, Jon Hestoy, Oluf Færø, Erling Høgnesen og Niels Juel Arge. Erlendur Simonsen svam partar av teininum.

Leiðin, ið svomin varð, er helst sama leið, ið Sigmundur Brestisson sambært Føroyingsøgu svam fyri góðum 1000 árum síðani, tá ið teir flýddu undan Tróndi í Gøtu.

- Summi velja at ganga upp á allar fjallatindarnar í Føroyum. Okkum dámar at svimja serstakar teinar, sigur Erling Eidesgaard, ein av teimum seks svimjarunum.

Í morgunsendingini greiddu hann og Oluf Færø frá svimjitúrinum, sum teir gjørdu tann 31. august 2021 yvir um Suðuroyarfjørð.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024