Góðan morgun Føroyar

Nýggja kommunan samansjóvar
09-09-2021
Í dag verða mentanardagar í Sunda kommunu settir, og næstu vikuna verða tiltøk í so at siga øllum teimum ellivu bygdunum í kommununi.

Borgarstjórin, Jógvan Kruse, lovar, at okkurt er til øll, tí skráin bjóðar 71 tiltøk, ið fevna um alt frá renning og súkkling, til trillubørukappingar, listaframsýningar og tónleik.

- Kommunan sjálv skipar bara fyri trimum tiltøkum, og hinum skipa bygdafólkini fyri hvør í sínum lagi, leggur hann afturat.

Ein fastur og afturvendandi táttur á mentanardøgunum er kelvarenningin sunnudagin, har runnið verður úr øllum bygdum í kommununi til Oyrar. Hetta merkir, at øll kunnu vera við, tí teinurin frá Oyrarbakka til Oyrar teinur er 2,1 km, meðan teinurin frá Gjógv til Oyrar er 25,3 km.

Kelvarenningini skipar áhugabólkurin 'Sundalagsfólk í renniskóm' fyri, og Regin Thomsen, sum er ein av fyriskiparunum, fær úr at gera, tí mánadagin letur hann upp nýggjan handil við Norðskála, nevndur Brillusmiðjan, har eisini málningaframsýning verður mentanardagarnar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024