- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Hetta oyðileggur alt
14-09-2021
Saman við Sjúrði Skaale, fólkatingslimi, og Jóan Paula Joensen, fólkalívsfrøðingi, verður skift orð um nógv umrødda springaradrápið í Skálafirði
Tað plagdi at vera ein frægd at verja grindadráp, sigur Sjúrður Skaale. Orsøkin til tað hevur verið, at vit hava havt tey góðu argumentini.
Eftir drápið í Skálafirði er tað vorðið munandi truplari. Fólk góðtaka ikki, at vit drepa hesar delfinirnar. Delfinir eru sum hundar. Tær standa menniskjum nær.
Haraftrat er hetta ikki siðvenja, og drápið tók alt ov langa tíð.
Hetta er størsta grindadráp, sum nakarantíð hevur verið í Føroyum, sigur Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, tí er ikki løgið, at reaktiónir koma uttanifrá.
Gamalt var í Føroyum, at tað ikki bleiv tikið meira, enn brúk var fyri. Hetta var ov gramligt, leggur Jóan Pauli Joensen aftrat.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024