Góðan morgun Føroyar

- Eg kann vera teirra bein
17-09-2021
Soleiðis sigur Henrik Kølleskov, sum kom við hugskotinum til 'Øll kunnu súkkla'

- Ætlanin er, at sjálvboðin kunnu bóka sær súkkluna inni í einari bókingarskipan og síðan fara ein túr við einum av íbúgvunum á røktarheimunum í Havnini, sigur Marjun Poulsen, ið er samskipari í heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Talan er um eina tríhjólaða súkklu, ið havur ein kassa framman, har pláss er fyri tveimum fólkum, ið sita væl ballað við góðum útsýni, meðan piloturin situr aftanfyri og stýrir.

- Tað er sera týdningarmikið, at piloturin hugsar um, hvør uppgávan er. Tí tað avgerandi er, at tey eldru sleppa at njóta ein túr úti í frískari luft, úti í umhvørvi, har tey kanska ikki hava verið leingi, tí tey ikki eru so væl gongd. Súkklan sleppur framat øll hesi støð, sigur Henrik Kølleskov.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024