Góðan morgun Føroyar

Havnarmaðurin og heimsborgarin Jóa Pól
17-09-2021
Tað er ikki hvør maður, sum fær føðingardagsheilsu á forsíðuni á Dimmalætting, men tað gjørdi havnarmaðurin Poul, sum vanliga varð nevndur Jóa Pól, tá hann fylti 75 ár.

Bløðini skrivaðu um óvanligu lagnuna hjá Jóa Póli, sum á ungum árum var fergumaður í Havn, men seinni fór út í heim at sigla og ofta var har, sum harðast leikaði á, tá heimurin stóð í einum eldi av kríggi og orrustu. Tá hann í millumbilum var heima, sást tann fryntligi havnarmaðurin ofta millum lossingarmenn á kaiini í Havn.

Pól hjá Jóa var bæði ein staðbundin havnarmaður og ein fjakkandi heimsborgari, sum lættliga fann seg til rættis úti sum heima. Á hendan hátt umboðaði hann sjáldsama blandið av heimføðingi og heimsborgara, sum býr í mongum føroyskum sjómanni.

 

Við í bardaginum um Iwo Jima

Jóa Pól vaks upp í Gongini í Havn og tók við sum fergumaður bara 15 ára gamal, tí pápin druknaði eitt illveðurskvøld.

Sum tilkomin fór hann út í heim at sigla og sigldi bæði undir fyrra og seinna heimskríggi. Hann upplivdi nógv úti í stóru verð - bæði tá tað leikaði hart á undir spanska borgarakrígnum, og tá hann rýmdi úr Casablanca undir seinna heimsbardaga. Hann var við amerikanska herflotanum í Guam og Iwo Jima, tá amerikanarar hertóku Kyrrahavsoyggjarnar, og fegnaðist um sigurin á Japan á dansigólvinum í sjálvum Hollywood.

Tá Jóa Pól kom aftur til Føroya eftir kríggið, hevði hann verið burtur í 10 ár. Hann helt seg tætt at gamla umhvørvinum við Eystaru bryggju og niðri á Reyni og gjørdist aftur ein kend býarmynd í Havn.

 

Tvær sendingar um Jóa Pól
Í fyrru sendingini sunnudagin hoyra vit um fergumenninar í Havn. Vit hoyra Jóa Pól siga frá um Havnina um aldarskiftið og um tey fyrstu árini, hann var til skips og fór út í heim at sigla.

Í seinnu sendingini sigur Jóa Pól frá orrustum og hendingum undir seinna heimsbardaga, og vit hoyra um ta ferðina, tá amerikanski sendimaðurin, Val Peterson, í 1960 steðgaði fráferðini hja USS Bristol av Havnini, tí hann vildi heilsa uppá krígsveteranin Jóa Pól.

Sendingarnar byggja m.a. á samrøðu, sum Niels Juel Arge gjørdi við Jóa Pól í 1957, hugleiðingina "Horvnar Havnamyndir", sum Maurentius Viðstein skrivaði um fergumenninar í Havn sama ár, og frásøgn um krígssiglingina í bókini "Teir Sigldu úti".

Magni Arge leggur sendingarnar til rættis, og Finnur Hansen stóð fyri tøkniligu framleiðsluni.

Tað verður nú sunnudagin 19. September kl. 14.15 at útvarpið sendir ta fyrru av tveimum sendingum um eina sjáldsama og hugtakandi sjómanslagnu. Sendingin kallast Havnarmaðurin og heimsborgarin Jóa Pól.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024