- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Eg vildi ynskt, at eg kundi sagt, at tað, sum ummælarar siga og skriva, als ikki hevur týdning fyri meg, men eg má viðganga, at tað hevur tað onkursvegna. Og eg eri sera glað beint nú.
Orðini eigur Helena Heinesen Rebensdorff, sum leygarkvøldið hevði konsert í Musikhuset í Århus, har Spotfestivalurin er.
Konsertin, sum vardi í góðar 30 minuttir, gekk sera væl. So mikið væl, at ummælarin hjá Soundvenue hevur givið Brimheim seks út av seks møguligum stjørnum. Eisini Gaffa letur sera væl at konsertini og gevur fimm stjørnur.
- Eg hevði eina sera góða kenslu, meðan eg stóð á pallinum. Eg og bólkurin hava spælt nógv, og øll framførslan gekk bara akkurát, sum hon skuldi, sigur Helena Heinesen Rebensdorff.
Í morgunsendingini fortaldi hon um konsertina, og hvussu tað er at fáa so góð ummæli.