- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Ætlanin er at seta fimm rógvimaskinur upp í ymsu eindunum, har Psykiatriski depilin húsast, soleiðis at starvsfólk, vitjandi, innløgd og avvarandi í felag kunnu røkka málinum á 65 km, sum er teinurin úr Havn til Tvøroyrar, sigur Kerstin Laksáfoss, sjúkrarøktarfrøðingur og dygdarmennari á Psykiatriska deplinum.
Ein tílík verkætlan er savnandi, tí øll kunnu vera við á onkran hátt. Summi orka at rógva langt, onnur stutt, summi orka als ikki at rógva men kunnu leggja øðrum lag á, og fyri summi er tað nóg mikið bara at vera við í prátinum, leggur hon afturat.
- ABC fyri góðari sálarheilsu sigur jú, at vit skulu vera virkin og vera saman við øðrum, men tá man er illa fyri, so er hugurin ikki har til alt tað, man gjørdi fyrr, tí tað er avbjóðandi at vera virkin og at vera saman við øðrum, og tí er týdningarmikið at vit hjálpa við hesum, meðan fólk ikki hava tað gott, sigur Jenny Lamhauge Højgaard, ergoterapeutur.
Ein rógvimaskina er komin undir land, men enn vanta fýra, so um tú hevur eina maskinu at læna teimum, so ber til at skriva til gmf@kvf.fo og siga okkum frá, so skulu vit bera boðini víðari.