- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í vikuni hevur verið nógv fokus í Danmark á kjøtetandi bakteriur. Ein sera álvarslig infektión, sum, um hon ikki verður viðgjørd tíðliga í sjúkutilgongdini, kann føra til deyða.
- Hetta er ein vanlig bakteria, sum vit eisini hava í Føroyum, og annað til triðja hvørt ár viðgera vit sjúkling, sum er smittaður við kjøtetandi bakteriu, sigur Shahin Gaini, infektiónsmedisinari.
Talan er um eina sera sjálvsama men álvarsliga infektión.
- Sjúklingurin má í viðgerð alt fyri eitt, tí smittan spreiðir seg sera skjótt í kroppinum, sigur Shahin Gaini.
Viðgerðin fyri nekrotiserandi bleytholdssmittu, vanliga rópt kjøtetandi bakteriu, er skurðviðgerð, taka burtur lim og bakteriutýnandi viðgerð.
Lurta eftir samrøðuni við Shahin Ghaini, har hann greiðir frá kjøtetandi bakterium.