- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ein dreymur at ganga við posti
24-09-2021
- Tað var veruliga eitt dreymastarv, sigur Kári P. Højgaard, sum í 30 ár gekk við posti.
Tað eru 150 ár liðin, síðani postútbering til føroyingar fyri fyrstu ferð bleiv skipað og reglulig.
Ein maður, sum í heili 30 ár gekk við posti á eitt nú Hellunum, í Oyndarfirði og í Lamba, er Kári P. Højgaard.
- Eg treivst ómetaliga væl í arbeiðinum, og fólk sera blíð og fyrikomandi. Vit blivu næstan sum vinfólk, tí eg gekk jú inn til teirra hvønn dag, sigur Kári P. Højgaard.
Í morgunsendingini hugleiðir Kári P. Højgaard um árini 1971 til 2001, tá hann arbeiddi sum postboð hjá Postverki Føroya.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024