Góðan morgun Føroyar

Maritima vinnan heldur lív í Føroyum
30-09-2021
Í dag er alheims maritimur dagur, har ljós verður varpað á sjóvinnu og sjófólk.

IMO hevur sett í verk eitt nýtt átak - Alheims Maritimur Dagur - og í tí sambandi verða fleiri bygningar lýstir við í bláum. Ein av teimum er húsið hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

- Føroya Skipara og Navigatørfelag luttekur sjálvandi á degnum og vit halda hetta verða eitt frálíkt hugskot. Vit vóna, at onnur eisini taka hendan dagin til sín", sigur Annfinnur Garðalíð, formaður.

Hann heldur eisini, at: "Tørvur er á at seta fokus á føroyska sjóvinnu, tí henda vinnan heldur lív í Føroyum. Eisini skulu vit vísa umheiminum at vit standa saman um mál á sjónum" 

Evnið fyri maritima dagin í ár er: Sjófólk: í kjaruni í framtíðar shipping.

Lurta eftir samrøðuni við Annfinni Garðalíð, formanni í Føroya Skipara- og Navigatørfelagið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024