Góðan morgun Føroyar

Fimta fløskan er framúr
01-10-2021
Fimta fløskan av Whisky, sum Einar's Distillery letur á marknaðin, fær best hugsandi skotsmál frá Jim Murray, sum síðani 2003 árliga hevur útgivið The Whisky Bible

The Whisky Bible er eitt dagført yvirlit og ummæli av fleiri enn 4500 ymiskum sløgum av whisky - og The Whisky Bible er seld í fleiri enn einari millión eintøkum. Tí er Jim Murray eisini millum mest viðurkendu whisky-ummælararnar, sum eru.

Hann hevur roynt fimtu fløskuna av whisky hjá Einar's Distillery, sum kemur út um eina viku, og gevur henni 94 stig av 100 møguligum. Hægsta stigini, hann nakrantíð hevur latið, eru 97,5, og tí ber til at siga, at lítla fløskan við grøna spjaldrinum valla kundi fingið betri karakter.

Einar Waag fekk boðini mánadagin. Týsdagin vitjaði morgunsendingin í Klaksvík, tá Sebastian Eriksen, blendari og goymsluleiðari á Einar's Distillery, lat góðu droparnar á fløsku.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024