Góðan morgun Føroyar

Okkurt skal vera loyniligt
06-10-2021
Tá tosað verður um losjur har tú skalt vera limur fyri at sleppa inn, fer hugflogið upp at flákra, men í Odd Fellow loguni, Ambolturin, er ikki nógv, sum er loyniligt.

Vilt tú tær sjálvum væl, ger tá øðrum væl.

Hesi orðini eru kjarnin í virkseminum hjá Odd Fellow, tí tað snýr seg um at vera ein virkin partur av tí samfelag tú ert partur av, og gera mun, har tú hevur møguleikan.

Soleiðis sigur Petur Hetnze, sum í gjár gjørdist yvirmeistari í Amboltinum, sum er føroyska deildin av Odd Fellow.

- Vit hittast aðru hvørja viku til fund og til ein hugnaligan døgurða, so tað líkist kanska nakað einum bindiklubba, sigur hann og leggur afturat, at á fundinum venda teir samfelagsviðurskiftum og tosa um innkomin mál, sum til dømis umsóknir um stuðul við meira.

Okkurt er tó, sum er dult fyri umheiminum, og tað eru ritualini í losjuni. Tá ein limur verður vígdur, og tá hann flytir upp í gradum, verður tað gjørt undir loyniligum umstøðum.

- Tað gera vit, fyri at løtan skal vera nakað heilt serligt fyri henda lim. Vit plaga at siga, at tað er sum tá tú fært eina góða bók. Um onkur sigur tær alla søguna áðrenn, so er hon ikki eins áhugaverd, sum um tú sleppur at uppliva hana sjálvur, sigur Peter Seloy, sum er ovasti leiðari fyri økið, har Føroyar eisini er partur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024