Góðan morgun Føroyar

Eingin royking á sjúkrahúsunum
08-10-2021
Frá 1. januar sleppa starvsfólk á teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum ikki at roykja í arbeiðstíð.

Tá starvsfólk á teimum trimum sjúkrahúsunum fara til arbeiðis eftir nýggjár, skulu tey venja seg við roykibann í arbeiðstíðini.

Leiðslan fyri sjúkrahúsini í Klaksvík, Suðuroy og í Tórshavn hevur tikið stig til at seta roykiforboð í verk.

Frá 1. januar 2021 er ikki longur loyvt starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum at roykja, meðan tey eru til arbeiðis. Heldur ikki tá tey halda steðg.

- Vit eru eitt sjúkrahús, og vit eiga at ganga á odda, tá tað snýr seg um heilsuframjan, sigur Alexandra á Dul, stjóri fyri sjúkrahúsverkið.

Hon dylir tó ikki fyri, at reaktiónirnar frá starvsfólkunum hava verið ymiskar.

- Tað er sera ymiskt, hvussu starvsfólkini hava móttikið tíðindini um roykiforboðið, men sum heild haldi eg, at fleiri eru glað fyri tað og skilja avgerðina, sigur Alexandra á Dul.

Í morgunsendingini greiddi hon frá roykiforboðnum, og hvussu tað skal roynast í verki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024