Góðan morgun Føroyar

Spæl skal fáa eldri at tosa saman
11-10-2021
Nýtt samrøðuspæl er komið út, sum hevur sum aðalmál at styrkja samskifti, viðlíkahalda málsligar førleikar og samanhald

Samrøðuspælið savnar fólk rundan um føroyskar myndir, ið kunnu vera neistin til eina stuttliga og mennandi samrøðu, har karmarnir fyri samskiftinum eru einfaldir og uttan tøkniligar avbjóðingar.

- Eg havi ment Samrøðuspælið við støði í egnum royndum. Eg meti, at spælið kann gerast eitt hent amboð hjá teimum, ið dagliga hava talu og samskifti sum eina avbjóðing, ið eisini rakar teirra sosiala lív, um tey onga hjálp og stuðul fáa, greiðir Ólavur Højgaard frá.

Ólavur Højgaard rekur fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum gevur spælið út.

Dagur og vika hava eisini roynt nýggja spælið, innslagið sæst her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024