Góðan morgun Føroyar

Goymslurúmið bleiv til bókasavn
12-10-2021
Josefina Jacobsen hevur verið partur av bókasavninum á Toftum í 50 ár.

Tað byrjaði í 1969 í einum lítlum goymslurúmi.

Tað var bókasavnið tá. Eingi vindeygu, fáir fermetrar og lutfallsliga fáar bøkur.

Í dag meira enn 50 ár seinni er støðan ein onnur.

- Í dag hava vit eitt framkomið bókasavn í Tofta skúla við bókum á fleiri málum, ymiskum tíðarritum og í góðum hølum, sigur Josefina Jacobsen. Hon er ein av teimum, sum hevur verið í bókasavnsnevndini líka frá byrjan av.

Herfyri varð skipað fyri hátíðarhaldi á bókasavninum á toftum í sambandi við at bókasavnið á Toftum í 2019 hevði 50 ára stovningardag. Dagurin bleiv tó av ymsum orsøkum ikki hildin fyrr enn í september í ár.

Til hátíðarhaldið varð eisni heiðursløta fyri Josefinu Jacobsen.

Í morgunsendingini greiðir Josefina Jacobsen frá menningini, sum er farin fram hesi 50 árini, bókasavnið á Toftum hevur á baki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024